ISLEX - orðabókin
Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum vísindum
Myndir Orðið hesa vikuna

Vælkomin á heimasíðuna hjá netorðabókini ISLEX

ISLEX er fleirmálslig orðabók á netinum. Orðabókin gongur úr íslendskum í danskt, svenskt, norskt bókmál, nýnorskt og føroyskt.

ISLEX er samstarv millum seks norðurlendskar granskingarstovnar í Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Føroyum og Finnlandi. Teir eru Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum (SÁM) í Reykjavík, Det Danske Sprog- og Litteraturselskab í Keypmannahavn, Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við universitetið í Bergen, Institutionen för svenska språket við universitetið í Gøteborg, Fróðskaparsetur Føroya í Tórshavn og universitetið í Helsingfors.

Íslendska ritstjórnin hevur ábyrgd av íslendska partinum umframt sniði og menning av dátugrunninum, meðan týðingararbeiðið fer fram í hvørjum landi sær undir umsjón av eini ritstjórn. Allar orðabøkurnar eru atgeingiligar og ókeypis á hesari síðu uttan tann íslendska-finska, sum verður opnað seinni.


Londini, sum taka lut í ISLEX-samstarvinum, eru grøn á kortinum.

Orðið hesa vikuna
© Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum, Árnagarði við Suðurgötu, 101 Reykjavík