ISLEX - orðabókin
Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum vísindum

ISLEX-verkætlanin

ISLEX er fleirmálslig orðabók á netinum, sum gongur úr íslendskum í danskt, svenskt, norskt bókmál, nýnorskt og føroyskt. ISLEX verður gjørt í samstarvi millum seks granskingarstovnar, í Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Føroyum og Finnlandi. Stovnarnir eru Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum (SÁM) í Reykjavík, Det Danske Sprog- og Litteraturselskab í Keypmannahavn, Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við universitetið í Bergen, Institutionen för svenska språket við universitetið í Göteborg og Fróðskaparsetur Føroya í Tórshavn. Eisini verður arbeitt við tí finska partinum nú á universitetinum í Helsingfors; tann íslensk-finska orðabókin verður opnað seinni.

Tann Íslendska ritstjórnin hevur ábyrgd av íslendska partinum umframt sniði og menning av dátugrunninum, meðan týðingararbeiðið fer fram í hvørjum landi sær undir umsjón av eini ritstjórn.

ISLEX-verkætlanin byrjaði í 2005 og var opnað á netinum í november 2011. Í ritstjórnararbeiðinum verður ein dátugrunnur nýttur, sum er ætlaður serstakliga til hesa verkætlanina. ISLEX gagnnýtir teir fyrimunir, sum liggja í elektroniskari miðlan, og í orðabókini eru nógvar myndir, og framburðurin av øllum teimum íslendsku leitorðunum verður lisin upp sum ljóð. Sýnd verða bendingardømi um øll bendandi leitorð við tilvísing til Beygingarlýsing íslensks nútímamáls, sum eisini verður gjørt á SÁM.

ISLEX-orðabókin er fyrsta elektroniska orðabókin, sum bindur saman mong norðurlendsk mál. Í orðabókini eru umleið 50.000 leitorð við týðingum. Orðabókin lýsir íslendskt nútíðarmál, har dentur verður lagdur á at vísa ymisk orðasambond, fastar orðingar og dømi við týðingum til øll málini.

Á heimasíðuni hjá orðabókini ber til at gera ymiskar leitingar, og har er møguleiki at velja tað málið, sum týðingarnar skulu sýnast á. ISLEX veitir innlit í samanhangin millum íslendskt og onnur norðurlandamál. ISLEX hevur til endamáls at nøkta tørvin hjá ymsum brúkarabólkum. Sum íslendsk-norðurlendsk orðabók miðar hon ímóti at hjálpa svenskum, norskum, donskum og føroyskum brúkarum at týða úr íslendskum og eisini í sambandi við frálæru í íslendskum í Norðurlondum. Hinvegin kunnu íslendskir brúkarar nýta hana til at finna hóskandi orðingar í hinum norðurlandamálunum. ISLEX hevur stóran týdning til tess at styrkja mentanarsambond og økja málfatanina millum norðurlandamálini.


Samstarvspartar

Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum
Det Danske Sprog- og Litteraturselskab
Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við universitetið í Bergen
Institutionen för svenska språket við universitetið í Göteborg
Fróðskaparsetur Føroya
Universitetið í Helsinki

Ovast á síðu

Starvsfólk ISLEX

Ísland
  • Þórdís Úlfarsdóttir, aðalritstjóri
  • Halldóra Jónsdóttir, verkætlanarstjóri og ritstjóri
  • Jón Hilmar Jónsson, ritstjóri
  • Gunnlaugur Ingólfsson, ritstjóri (til 2010)
  • Ágústa Þorbergsdóttir, ritstjóri (til 2010)
  • Aðalsteinn Eyþórsson, ritstjóri (til 2007)
Umframt hesi komu í ritstjórnina:
  • Guðrún Kvaran
  • Ásta Svavarsdóttir
Danmark
  • Aldís Sigurðardóttir, ritstjóri
  • Liisa Theilgaard, ritstjóri (2008 - 2010)
  • Lars Trap-Jensen, verkætlanarstjóri
  • Kjeld Kristensen, verkætlanarstjóri
Noreg
  • Margunn Rauset, ritstjóri
  • Helge Sandøy, verkætlanarstjóri
  • Þorsteinn G. Indriðason, verkætlanarstjóri
  • Kjersti Lea, ritstjóri (til 2010)
  • Ragnhild Svellingen, ritstjóri (til 2009)
  • Tone Myklebost, ritstjóri (frá 2011)
  • Silje Beite Løken, ritstjóri (frá 2011)
  • Astrid Kjetså, ritstjóri (frá 2011)
Svøríki
  • Anna H. Hannesdóttir, ritstjóri og verkætlanarstjóri
  • Håkan Jansson, ritstjóri
  • Ylva Hellerud, ritstjóri
Føroyar
  • Þóra Þóroddsdóttir, ritstjóri
  • Árni Dahl, ritstjóri
  • Bjarni Steintún, ritstjóri
  • Carl Jóhan Jensen, ritstjóri (til 2012)
  • Jógvan í Lon Jacobsen, verkætlanarstjóri
  • Zakaris Hansen, verkætlanarstjóri
Finnland
  • Helga Hilmisdóttir, ritstjóri og verkætlanarstjóri
  • Marjakaisa Matthíasson, ritstjóri
  • Emilia Reitamo, ritstjóri
  • Hanna Ampula, ritstjóri
  • Áslaug Hersteinsdóttir-Hölttä, ritstjóri

Bjarni og Zakaris
ISLEX-fundur í Helsinki í oktober 2014. Bjarni og Zakaris.

hópmynd
Starvsfólk og felagsnevnd í sambandi við at ISLEX varð latið upp í november 2011.

Ovast á síðu

Tøl um ISLEX

Tøl fyri ISLEX 2. apríl 2014
Íslendskt evniTal
Leitorð48,700
--- Navnorð33,300
--- Lýsingarorð8,400
--- Sagnorð4,200
--- Hjáorð1,800
Orðasambond9,800
Nýtsludømi31,500
Myndir3,200


Ovast á síðu

Stuðlar í ISLEX-verkætlanini

Nordplus SprogNordplus Sprog
Nordisk KulturfondNordisk Kulturfond
Nordisk SprogkoordinationNordisk Sprogkoordination
Baugur GroupBaugur Group
Fondet for Dansk-Norsk Samarbejde
Letterstedska FöreningenLetterstedska Föreningen
Fondet for Dansk-Islandsk Samarbejde

Dansk-Islandsk fond
Landsbanki ÍslandsLandsbankinn
LandsvirkjunLandsvirkjun
Ovast á síðu


fundur 2009
Ritstjórnarfundur í Keypmannahavn í mars 2009.


Greinar og frágreiðingar um ISLEX-verkætlanina

What is a Target Language in an Electronic Dictionary?
Grein í Proceedings of eLEX Conference 2015 (á enskum)

ISLEX - a Multilingual Web Dictionary
Grein um ISLEX-orðabókina í ráðstevnuriti LREC (2014) (á enskum)

ISLEX - norðurlendsk fleirmálslig orðabók
Nágreiniligari grein um ISLEX-orðabókina í Orði og tungu 15 (2013) (á íslendskum)

Ekvivalensrelationer i tvåspråkig lexikografi
Grein í LexicoNordica 19 (2012) (á svenskum)

Ein-, to- eller fleirspråkleg ordbok?
Grein í Nordiska studier i lexikografi 11 (2012) (á norskum)

ISLEX - En flersproget nordisk ordbog
Grein í ráðstevnuritinu Nordiska studier i lexikografi 11 (2012) (á donskum)

ISLEX-ordbogen
Yvirlitsgrein um ISLEX (2009) (á donskum)

ISLEX á Euralex 2008
Grein um ISLEX í ráðstevnuriti EURALEX (2008) (á enskum)

Um byrjanina til ISLEX
Stutt grein um byrjanina av ISLEX-verkætlanini (á íslendskum)

Røða eftir A. Ljunggren
Frágreiðing eftir Anders Ljunggren, sendiharra Svøríkis, um byrjanina til íslendska-svenska orðabók, frá november 2011 (á svenskum)

Røða eftir Svavar Gestsson
Røða eftir Svavar Gestsson, tá ið ISLEX varð latið upp í Göteborg 2011 (á svenskum)

Ovast á síðu

Reykjavík
Reykjavík árið 1970 (mynd: Úlfar Helgason)

Kaupmannahöfn
Úr Keypmannahavn (mynd: Þórdís Úlfarsdóttir)

Bergen
Úr Bergen (mynd: Halldóra Jónsdóttir)

Rúnasteinn
Jón Hilmar Jónsson og Halldóra Jónsdóttir eru hugtikin av einum rúnasteini í Skåne í Svøríki (mynd: Þórdís Úlfarsdóttir)

Þórshöfn
Úr Tórshavn (mynd: Sif Gunnarsdóttir)

Helsinki
Úr Helsinki (mynd: Þórdís Úlfarsdóttir)

Ovast á síðu
© Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum, Árnagarði við Suðurgötu, 101 Reykjavík